Tann lítla grindin, sum varð funnin úti fyri brennistøðini á Hagaleiti sunnan fyri Leirvík um sjeytíðina í morgun, hevur nú lagt beinini í Fuglafirði.
Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at grindin er um 25 hval, og at hon verður skift í drápspartar. Einir 20 bátar vóru við í rakstrinum, og nakað av fólki var uppi á landi.
Grindin var heldur trek at fáa inn at landi, og hon kavaði og vendi nakrar ferðir, áðrenn hon gjørdi landgongd vestan fyri sandin.
Teir eru nú í ferð við at sleipa hvalirnar yvirum, har teir verða merktir. Seðlarnir koma út eina ferð seinni í dag.