Grinderman á Roskilde ´08

Nú er almannakunngjørt, at ?garagubólkurin? hjá Nick Cave Griderman eisini kemur á Roskilde saman við Digitalism, Duffy, Hot Chip og MGMT. Cave er ein gamal kenningur á Roskilde Festivalinum og tí fegnast fyriskipararnir um at kunna bjóða nýggju verkætlan hansara, Grinderman, vælkomnan á Roskilde í ár til ta fyrstu skandinaviska konsertina hjá bólkinum. Bólkurin Griderman kom til verðina í 2007 og bólkurin stendur av limum frá backingbólkinum hjá Cave, The Bad Seeds. Ljóðið hjá bólkinum er tó nakað øðrvísi enn áður og fleiri halda, at Cave við hesum bólkinum hevur gjørt eitt so rátt ljóð, sum hann ikki hevur víst fram síðan við fyrsta punkbólki sínum, The Birthday Party.

 

Digitalism brýtur skilnaðan millum rokk og house niður, á sama hátt sum Daft Punk og Justice áður hava gjørt. Við Digitalism er lagt upp til dukandi houserútmur og diskoteksmerkt niðurløg.

 

Duffy er størsta nýggja soultalentið í Stóra Bretlandi, har hon mangan verður samanborin við stórar stjørnur sum Adele og Amy Winehouse, tí hon dugir nevniliga nakað heilt serligt við rødd síni; hon kann temja henni frá teimum heilt lágu tónunum til teir hægstu av slagnum.

 

Hot Chip, sum tey flestu helst kenna frá stóra hittinum ?Ready for the Floor?, koma eisini ein túr framvið í ár. Á trimum teimum seinastu fløgunum, hevur bólkurin megnað at tulka alt frá R?n?B til indie-rokk á ein intelligentan og stílfullan hátt.

 

MGMT ljóðar sum ein elektrisk útgáva av The Flaming Lips og Mercury Rev, har teir blanda ein glitrandi 70?ara stíl saman við nútímans dansirokki og poppnummar teirra ?Time to Pretend? hevur longu megnað at sníkt seg inn á hitlistarnar.