Grindavík vil hava Hjalgrím

Men enn hevur KÍ álopsmaðurin ikki tikið støðu til, um hann skal taka av tilboðnum úr Íslandi

Grindavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vil hava Hjalgrím Elttør at vera teirra álopsvápn eftir hálvan juli. Stjórin í felagnum, Ingvar Guðjónsson, var í Klaksvík sunnudagin, og hann sá mannin, sum teir í Grindavík halda kann gerast loysnin upp á álopstrupulleikarnar hjá teimum, staðfesta 2?0 heimasigurin ímóti FS Vágum.
Í Grindavík eru teir altráðir eftir at fáa ein nýggjan álopsspælara, eftir at besti málskjúttin hjá teimum í fjør, Grétar Hjartarson, er vorðin so mikið skaddur, at tað ikki ber honum til at spæla í ár.

Dregur á bæði
Hjalgrím Elttør váttar, at hann sunnudagin heilsaði upp á umboð fyri Grindavík. Men talan var ikki um samráðingar.
? KÍ hevur fingið eitt tilboð upp á meg. Eg havi skilt, at KÍ ikki fer at seta seg ímóti, um eg fái tilboð at fara aðra staðni, men sjálvandi skulu teir hava eitt endurgjald, sum teir kunnu liva við. Tað mugu KÍ og Grindavík finna út av. So fæst at síggja, um Grindavík og eg kunnu finna út av treytunum fyri samstarvi okkara millum.
Tá ið vit spyrja Hjalgrím, um hann veruliga hevur hug at fara til Íslands og spæla við Grindavík, sum er á 8. plássinum og harvið dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna, so ásannar hann, at hann dregur á bæði.
? Kanska er støðið eitt vet hægri í Íslandi, enn tað er hjá okkum, men tað sigst ikki vera tann stóri munurin. Eg havi tað gott í KÍ, og næsta vikan fer at vísa, um vit eftir summarfrítíðina fara at vera við í kappingini um FM heitið. Eg kundi eisini hugsað mær at verið við, tá ið KÍ fer at spæla í UEFA Cup ímóti Molde. Á hinari síðuni er spurningurin, um eitt tíðarskeið í Íslandi ber betri møguleikar við sær at sleppa longri úti Europa, enn tað ger at spæla við KÍ. Tað eru hesi viðurskiftini, sum tað skal hugsast um næstu vikurnar.
Nær verður avgerðin tikin?
? Tað er ikki møguleiki at sleppa til Íslands fyrrenn eftir hálvan juli, so tað verður gjørt av, tá ið kappingin í Føroyum fer í summarfrí. Íslendski umboðsmaðurin fór til Havnar aftur sunnukvøldið, og hann skuldi mánadagin tosa við Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá mær.
Tað vil siga, at síðsti dysturin hjá tær fyri KÍ verður annað mikukvøld, tá ið GÍ fer at spæla í Klaksvík?
? Tað er ein møguleiki fyri tí, men tað er eingin avgerð tikin um tað.
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, sigur, at teir hava fingið eitt tilboð upp á Hjalgrím frá Grindavík, sum teir ikki kunnu liva við. Hann sigur seg kortini ikki ivast í, at tað fer at bera til at finna eina loysn, um Hjalgrím veruliga ynskir at sleppa til Íslands.
? Vit hava leingi vitað, at Hjalgrím miðjar eftir at sleppa út um landoddarnar at royna fótbóltsevnini, og vit hava ikki æltað okkum at sett honum forðingar í vegin. Men tað sigur seg sjálvt, at vit vilja hava eitt rímuligt endurgjald.

Á veg fram
Í vikuskiftinum hevur ikki verið spælt í Íslandi. Teir spæla fyri tað mesta mitt í viku, og tað er ofta ein dystur á skránni hvørt kvøldið.
Grindavík er framvegis við í steypakappingini, og teir skulu ? á sama hátt sum KÍ ? royna seg í UEFA Cup. Í landskappingini eru teir nummar átta, men teir halda tað ganga rætta vegin. Í síðstu viku vunnu teir 2?1 á KR í Reykjavík.