Grindastríðið í skotska parlamentinum

Nicole Sturgeon varð hósdagin spurd um grindastríðið undir spurnatímanum í skotska parlamentinum.

Tá spurnatími var hósdagin í skotska parlamentinum, varð skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, spurd um stríðið millum føroyskar myndugleikar og Sea Shepherd.


Tað hendi tá tingmaðurin fyri Grøna flokkin, John Finnie, ið umboðar skotska hálendið og oyggjarnar, spurdi SNP-leiðaran um tilburðin tá danska verjuskipið Knud Rasmussen kom á Lerwick og legði hald á skjóttgangandi bátin hjá Sea Shepherd Echo.


Tá høvdu skotskir myndugleikar, í samráð við føroyskar, longu lagt hald á Echo, tá Sea Shepherd skipið Sam Simon lá við kai í Lerwick.


John Finne reisti spurningin í tinginum, tí hann er bangin fyri, at tilburðurin kann skaða umdømi hjá Skotlandi.


Lokali hetlendski miðilin Shetland News skrivar, at Nicole Sturgeon bar seg undan at svara spurninginum, tí hon ynskti ikki at úttala seg um eitt mál, ið verður kanna sum eitt revsimál.


Tingmaðurin hevur síðani sent skotska ríkisákæranum bræv, har hann spyr um umstøðurnar tá hald varð lagt á Echo. Við Shetland News sigur tingmaðurin.


- Eg havi skrivað til ríkisákæran fyri at spyrja hvussu Skotland vanliga svarar eini umbøn um útlendsk átøk í málum, ið møguliga eru lóglig í einum øki, men eru ólóglig í Skotlandi. Eg eri vísur í, at tað muga vera nakrar mannagongdir í tílíkum málum.


- Eg stúri fyri møguligu avleiðingarnar fyri umdømi hjá Skotlandi sum eitt úrslit av hesum, og eg eri bangin fyri, at Sea Shepherd ikki er annað enn eitt lætt offur í hesum.


Føroyskir myndugleikar heittu á skotskar myndugleikar um at leggja hald á Echo, tí mett verður, at tað var Echo, ið órógvaði grindadrápið í Sandavági 12. august.