Grindaragstur, grindadráp, grindamenn og grindabýti?

Nú var so aftur grindaboð, hesuferð í Sundalagnum, ivaðist eina løtu um eg skuldi fara ella ikki, var í Hvannasundsgrindini í januar, so eg eigi tvøst og spik, røst rivjabein og herðabløð, sum kann samlíknast við ræst kjøt um væl verður haggreitt

Tað er leygardagur, eingin grind í langa tíð, so tað má vera nokk av fólki til drápið helt eg, ringdi til ein vinmann, sum segði at grindin nú longu var komin inn mótir Hvalvíksoyruni, beint fyri drápið skuldi byrja, ok, so tað er ov seint at fara.

Hoyrdi aftaná at onkur hevði sagt í Útvarpinum, at tað var ov lítið av fólki til sjálvt drápið.

Hetta havi eg sjálvur hugsað nógv um, nú hesi seinastu árini, eg havi verið við í drápi.

Eitt grindadráp skal avgreiðast á ein humanskan hátt og sum skjótast, so at hvalurin ikki líður ov nógv.

Tá ið dripið verður ”skorið á háls” havi eg lært at skera ein langan og djúpan skurð væl niður á báðum síðum og so mønustinga, báðar pulsæðrarnar skulu skerast av sum skjótast, og fyrr enn hvalurin hevur fingið mønustingin og liggur heilt lívleysur er hann ikki ”avgreiddur” um man so kann siga tað, og farið verður til næsta hval.

Um ikki verður mønustungið, so havi eg eisini hoyrt, at um bert onnur pulsæðrin verður avskorin so ganga tað 72 sek til hvalurin missir viti, og bert 14 sek um báðar pulsæðrarnar verða avskornar beinan vegin.

Kann onkur vátta ella avsanna hetta?

Seinast eg var í grind, kom ein ungur maður við einum samureisvørði at skera á háls við, og hetta misslukkaðist sjálvandi, mátti taka yvir, hetta hoyrir ongastaðni heima, at man kemur í grindadráp við slíkum tvætli.

Eftir at drápið er av verður uppskrivað, hvør ið hevur tikið lut í drápinum.

Nakað sum kann irritera meg grensuleyst við einum grindadrápi og grindabýti er, at tað eru alt ov nógvir persónar, sum verða uppskrivaðir, sum yvirhøvur ikki hava tikið lut í nøkrum sum helst, sum hevur við rakstur, dráp, osv. at gera.

Fari at heita á avvarðandi persónar, grindaformenn og sýslumannin at bera so í bandi, at bert fólk, sum veruliga hava tikið lut í drápinum vera uppskrivað og fáa dupultan part.

Hini sum fáa part í samband við heimapart, fáa vanligt býti.

Var einaferð í grind í Hvalvík/Streymnesi, har teir persónar, sum vóru vátir upp undir mið blivu uppskrivaðir á einum báti, sum kom inn í móti sandinum, bert hesir menn fingu part og hini sum annars vóru í grindarakstrinum.

Tað kann ikki vera meiningin, at fólk standa sum áskoðarar og hyggja eftir drápinum, ganga turrskøddir yvir og skriva seg upp til at fáa part í grindabýtinum.

Og møguliga dagin eftir selja sín part til handlarnar fyri okursprís, hetta er ikki rætt.

Nú tað er so nógv fokus á, at tað er so ósunt at eta grind, so kundi tað verið áhugavert at kanna sýslumenn og grindaformenn, um teir hava serliga nógv giftstoffir í sær, sum skulu koma frá hvali.