Grindamentan og gransking

Oddagrein:

Hóast áhugin fyri matvørum við atliti at fólkaheilsuni er støðugt vaksandi um allan heimin, gerast fólk sjúk og doyggja av matvørum, sum tey hava keypt í góðari trúgv. Vit eiga tí ikki at ilskast um, at landslæknin nú alment mælir fólki frá at eta grind. Hann hevur ongan møguleika. Hann hevur jú fult álit á teirri gransking, sum nú hevur elvt til, at hann mælir føroyingum frá at eta grind. Talan er um granskingarúrslit, sum eru almannakunngjørd í eini røð av greinum í høgtmettum vísindaligum tíðarritum í heiminum. Tilmæli landslæknans hevur fingið blandaða móttøku á løgtingi. Ivasamt er, um grundgevingarnar eru eins sakligar og tilmæli landslæknans. Vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum mæla okkum frá at eta grind, verður sagt. Spurnartekin verður sett við ta gransking, sum myndar støðið undir tilmælinum. Ásannast skal samstundis, at tað vóru tingmenn, ið mæltu til at taka hetta mál í stórum álvara.

 

Tað tykist eitt sindur løgið, at tingmenn og ávísir viðmerkjarar gerast illir av grindatilmælinum. Vit áttu helst at ilskast inn á embætismannin, um hann var lagstur á ófrættaboðini og sostatt hevði vanrøkt sína sjálvsøgdu embætisskyldu. Vanligt vit og skil skuldi tilsagt okkum, at ein embætismaður, sum kemur eftir, at ein matvøra er skaðilig, hevur skyldu at boða frá hesum. Vit áttu sosatt at tikið hetta sum nakað sjálvsagt og áttu at fegnast um, at vit verða ávarað í tøkum tíma, so vit fáa tikið okkara neyðugu varsemisráð.

 

Men vit skulu fegin ásanna, at vit væl duga at skilja tey, sum eru vónbrotin og hørm av tilmælinum. Vit kunnu øll skjótt vera samd um, at hetta er harmiligt og spell fyri okkara aldargomlu mentan. Flestøllum dámar væl grind – tvøst og spik eru bæði gerandis- og høgtíðsmatur í Føroyum í dag. Sostatt er tað kanska ikki so løgið, at andsvarið til tilmæli landslæknans er kensluborið og eyðkent av vreiði. Men eiga vit ikki heldur at venda vreiði okkara móti teimum eirindaleysu ídnaðarlondum, sum nú í eina ølda hava latið eitur og skaðilig kemikaliu út í heimshøvini, hóast tað væl hevði borið til at forða hesum útlátum? Tøknin hevur alla tíðina verið har – tað er viljin, sum hevur trotið!

 

Latum okkum minna á, at vit áður í Føroyum hava havt lívshættisliga sótt, elvda av veiðimentan okkara. Tá hervilig og árlig afturvendandi sótt í síni tíð á hvørjum heysti kostaði nógvum føroyingum, serstakliga kvinnum, lívið, og orsøkin, nátasjúkan, langt um leingi varð staðfest, himpraðust myndugleikarnir ikki, men stettu forboð fyri veiði av nátaungum til hyggjaráð vórðu funnin, ið minkaðu um heilsuvandan við hesi veiðu. Tað er við m.a. hesum í huga, vit skulu meta um og fyrihalda okkum til grindatilmælið. Vit eiga sjálv at taka ábyrgdina, vit eiga at vera varin, men tað er hinvegin einki forgjørt í at fáa grindarannsóknirnar eftirkannaðar av óheftum stovni uttanlanda.