Grindamenn og -konur skulu hava loyvisbræv

Framyvir skulu grindamenn og konur hava loyvisbræv fyri at sleppa at luttaka í grindadrápi. Tað heldur Rúna Sivertsen, valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum.

Rúna Sivertsen vísir á myndirnar í Degi og Viku í gjár, har livandi grindahvalir blivu drignir upp eftir grótkastinum, áðrenn teir vórðu skornir á háls.

- Hetta er óneyðug djórapínsla og eigur ikki at finna stað.

Trýstið seinnu árini hevur verið stórt frá umheiminum um at fáa steðgað grindadrápi í Føroyum, og Rúna Sivertsen vísir á at júst tí hava vit gjørt bæði umhvørvisligar og humanar reglur fyri grindadrápi.

Men sum vit eisini hoyrdu í innslagnum áðrenn, hendir júst tað mótsatta og júst meðan høgra hon og lærusveinur hjá Paul Watson er í Føroyum, og tá fara ræðumyndirnar við teirri rúkandi ferð um heimin.

- Slíkt má ikki henda og tíðin er nú komin, at skipað verður fyri skeiðum í humanari grindaveiðu kring alt landið. Síðani skal við lóg ásetast, at fyri at kunna luttaka í grinddrápi, skulu menn og konur hava luttikið í skeiðnum og kunna vísa fram loyvisbræv, heldur Rúna Sivertsen.

Rúna Sivertsen segði í tíðindunum á Rás2 á middegi, at hetta loyvisbrævið eitt nú kann praktiserast við at gera eitt líknandi loyvisbræv sum koyrikortið, og at stikkprøvar kunnu takast, eins og gjørt verður í ferðsluni.