Grindamenn bjóða til ársfund í morgin

- Vit samlast til hugnaliga samveru og prát í Norðurlandahúsinum klokkan 11 og vóna, at grindaformenn, varaformenn og sýslumenn møta fjølmentir. Sjálvur aðalfundurin byrjar klokkan 13.30, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum

Ársfundur

Grindamannafelagið fer at halda ársfund í morgin.
Eins og undanfarin ár, bjóðar felagið aftur í ár øllum sýslumonnum, grindaformonnum og øllum vara¬grind¬aformonnum til hugnaliga samveru, áðrenn sjálvur aðalfundurin byrjar.
- Vit samlast soleiðis í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 11, og vit vóna, at grindaformenn, varaformenn og sýslumenn møta fjølmentir. Vit vóna eisini at fáa eitt gott og lívligt prát, nú hetta høvið enn einaferð býðst, sigur formaðurin í felagnum, Ólavur Sjúrðarberg.

Aðalfundurin
Sjálvur aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum byrjar klokkan 13.30 í Norðurlandahúsinum, og á hesum fundi fer formaðurin at leggja fram frágreiðing felagsins í farna ári.
Á skránni er eisini framløga av grannskoðaðum roknskapi og val av tveimum nevndarlimum og trimum varalimum.
Sambært skránni, skal grannskoðari eisini veljast, eins og limagjaldið skal ásetast.
At enda á aðalfundinum verða innkomin mál tikin til viðgerðar, og at enda verður høvið at tosa um ymiskt, sum rørist innan grindamannaøkið.

Fyrilestur
Eftir sjálvan aðalfundin fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda fyrilestur um grindabýtið fyrr, nú og við ábendingum ella hugsanum um, hvussu hetta kann skipast í framtíðini.
- Vit vóna, at vit fáa eitt gott og áhugavert prát um evnið, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum, Ólavur Sjúrðarberg.