Grindalógin verður herd

Hóast ásetingin um revsing í samband við vanrøkt av fráboðanarskylduni verðir tikin burtur, verður grindalógin herd á fleiri økjum.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnu- og grindamálum, sigur at millum broytingarnar, sum nú verða bornar niðan í tingið, er eitt forboð móti at dronur og annað tílíkt skal kunna flyta seg inn í grindaøkið. Eisini verður forboð sett móti at leggja sonevndar pingarar, sum skulu styggja grindina, út á føroysku firðirnar. Hetta sigur hann í samrøðu við Rás 2.

- Fráboðanarskyldan er eitt amboð til tess at kunna skipa grindadrápið ordiligt, sigur Høgni Hoydal og váttar, at ætlanin ikki er at revsa útlendingar, ið ikki boða frá.

- Tað vit gera nú er at taka revsingina burtur, so tað ikki verður ein trupulleiki fyri ferðavinnuna og annað, men samstundis at vit fáa skipa grindarakstur og rættin at drepa grind best møguligt, sigur hann.

 

Aðrar lógir verða eisini broyttar, so at føroyskir myndugleikar fáa møguleikan at nokta útlendskum skipum inn um 12 fjórðingar, umframt eitt krav um arbeiðsloyvi til fólk, ið eru partar av slíkum felagsskapum.

 

Hoyr alla samrøðuna við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.