Grindalógin kundi ikki brúkast

Ákæruvaldið kundi ikki brúka grindalógina í málinum móti Sea Shepherd limunum í Fuglafirði.

Tá rættarfundur var í Føroya rætti í morgun, har ákæra var reist móti tveimum Sea Shepherd limum, ið høvdu órógva almenna friðin í Fuglafirði, tá nakrir hvalir vórðu merktir, var tað við støði í politiviðtøkunum og ikki nýggju grindalógina.


Orsøkin til tað var, at tað fyrr í vikuni varð staðfest í einum øðrum máli í Føroya rætti, at grindalógin ikki kann brúkast tá talan ikki er um grindadráp. Tá hvalirnir í Fuglafirði ikki vórðu dripnir, men í staðin merktir til vísindaliga gransking, so kundi lógin ikki brúkast til at døma tey ákærdu.


Í staðin valdi ákæruvaldið at brúka politiviðtøkurnar í rættarmálinum. Hægsta revsingin fyri brot á politiviðtøkur er 1.000 krónur, og var tað eisini tað, ið tey ákærdu vórðu dømd at rinda.


Linda Hesselberg, ið var ákæri í málinum, var fegin um dómin, men metir at grindalógin má eftirmetast.


- Ákæruvaldið er nøgd við dómin, og at rætturin hevur lagt vekt á somu grundgevingar, ið ákæruvaldið førdi fram, nevniliga at talan var um fólk, ið virkaðu í felag at órógva almenna friðin. Eisini eru vit nøgd við, at rætturin hevur staðfest, at tað ikki var talan um brot á mannarættindi at úttala seg, tá løgreglan handtók fólkini.


- Men lóggávuvaldið má møguliga endurskoða grindalógina. Tað er týdningarmikið, at man framyvir lærir av tí, ið er hent í summar. Hvat var gott við lógini og hvat kann broytast við henni. Tað merkir ikki, at lógin er vánalig, men at man skal meta um hvussu hon hevur virkað.