Grindalógin: Bótin skal ikki lækka eina krónu

Tað, sum hendi í fjør, var láturligt og Sea Shepherd fólkini fóru flennandi úr Føroya Rætti, vestur á flogvøllin

- Bótin fyri at bróta grindalógina, skal ikki lækkast eina krónu.

 

Tað staðfestir Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur samtykt, at bótin fyri at bróta grindalógina, skal vera í minsta lagi 25.000 krónur. Og tað halda summi vera at skjóta spurvar til kanónum. Tey halda, at hetta er vent beinleiðis ímóti Sea Shepherd, og tað eru eisini tey, sum ivast í, um tað yvirhøvur kann hugsast, at ein føroyingur fær so stóra bót fyri at órógva eitt grindadráp.

 

Tað er einki av ivast í, at Janus Rein eigur ein høvuðsleiklut í, at bótin er so stór. Upprunaliga ætlaði Landsstýrið, at bótin skuldi verða 5000 krónur, men Janus Rein strongdi hart á fyri at fáa Løgtingið at hækka bótina, og tað endaði so við, at bótin skuldi vera minst 25.000 krónur.

 

Men Janus Rein er alt annað enn samdur í, at bótin skal lækkast.

 

- Skal bótin gera nakran mun, skal hon vera so stór, at hon merkist, sigur hann. Tí er hann sannførdur um, at hon skal ikki lækkast eina krónu.

 

Í fjør vórðu Sea Shepherd fólk handtikin og tey fingu 1.000 krónur í bót og tað heldur Janus Rein, var láturligt og nyttuleyst.

 

- Sea Shepherdfólkini flentu allan vegin úr rættinum, vestur á flogvøllin – og tað er eingin sum sendur Interpol at leita eftir fólki fyri eina bót upp á 1000 krónur, sigur Janus Rein.

 

Hann sigur, at skal bótin hava nakra sum helst fyribyrgjandi ávirkan, er neyðugt, at hon er so stór, at merkist. Og tað er ein sannroynd, at stórar bøtur virka fyribyrgjandi.

 

Hann sigur, at ein bót upp á 25.000 krónur er ein neyðsemja í Løgtinginum, og upphæddin er ásett við fyrimynd aðrastaðni, har umhvørvisfelagsskapir gera vart við seg og órógva veiði.

 

- Tað tók sína tíð at finna semju um bótina. Nú skal hon roynast í verki og tí skal hon ikki lækkast eina krónu, sigur Janus Rein.