Grindalóggávan skal endurskoðast og dagførast um tørvur er. Tað er eingin skomm, at endurskoða eina lóg, sum er ung og grøn. Royndartíðin er av og nú eigur lóggevandi valdið, at endurskoða lóggávuna. Løgtingið eigur at tingast um fyrimunir og vansar, samtykkja møguligar broytingar og síðani biðja avvarðandi aðalráð um, at útinna lógina saman við heimildunum landstýrisfólkið hevur fingið í lógini.
Tíverri er siður hjá landsstýrisfólkum, at bera alt ov mong uppskot á ting upp undir evstu freist undan summarfrítíðini. Eisini uppskot, sum eru snikkað til í longri tíð. Hetta er ein óskikkur. Og hóast løgfrøðingar ikki eru á einum máli um lógin er greið, tá hugsað verður um politilóg og aðrar danskar lógir sum kunnu fløkja seg upp í, so verður lógin trýst ígjøgnum. Júst tí er neyðugt, at tillaga lógina eftir at viðurskifti hava stungið seg upp, sum fá høvdu hugsað væl og virðiliga í gjøgnum undan samtyktini. Summarið og farna tíðin hevur verið ein partur av viðgerðini.
Ferðavinnan er hoyrd og lóggávan er roynd. Tí er tíðin búgvin til eina skoðan av lógini.
Legg til merkis: Tað er ikki landstýrismaðurin, sum smíðar lógir, tað er løgtingið.
Møguleiki er eisini fyri, at løgtingið kemur til ta niðurstøðu, at ongar broytingar verða gjørdar. Men tá vita øll, at málið er viðgjørt væl og virðiliga í tí lóggevandi valdinum – og tað eigur at borga fyri eini góðari lóggávu.
Eftir grindadrápið í Sandavági mikukvøldið eru føroyingar helst á einum máli um, at ófriðarkroppar eiga ikki at sleppa á vágna undir rakstri. Eisini hetta kann takast upp í eini væl umhugaðari viðgerð á tingi í heyst.
Í veruleikanum hava vit eitt hav av lógum og kunngerðum, sum hava tørv á dagføringum. Um vit veruliga vilja hava stýr á okkara lógarverki, so eiga vit, við jøvnum millumbili, at endurskoða alt okkara lógarverk.
Tú situr við atkvøðuni - far á val og vel Tjóðveldi.
Blíðar heilsur
Jóannes Guttesen, listi E.