Hetta er ikki eitt mál, sum hoyrir heima í rættinum.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum.
Eftir at Løgtingið samtykti grindalógina í fjør, tók Henrik Weihe Joensen,
Ráðgevari í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, stigi at stevna Fiskimálaráðnum.
Hansara páhald er, at løgreglan er danskt málsøki og tí hevur Løgtingið ikki heimild til at samtykkja lógir, sum umfata løgregluna.
Nettupp løgreglan hevur ein týðandi leiklut í nýggju grindalógini, men Henrik Weihe Joensen sigur, at av tí at løgreglan er donsk, er tað bara fólkatingið, sum hevur heimild til at samtykkja lógir, sum umfata løgregluna.
Føroya Rættur fer at viðgera málið í næstum og nú Løgtingið aftur viðger grindalógina, minnir ráðgevarin á rættarmálið.
Hann sigur, at málið er prinsipielt og tí heldur hann, at nú grindalógin aftur skal broytast, er tað rætt og neyðugt at kunnað Løgtingið um, at málið verður viðgjørt í rættinum í næstum,
Høgni Hoydal, sigur, at hann er grundleggjandi ósamdur við ráðgevaran. Hann sigur, at páhaldið hjá Fiskimálaráðnum er, at hetta er ikki eitt mál fyri rættarskipanina yvirhøvur. Og tað er eitt páhald, tey fara at halda fast um, tá ið málið kemur fyri rættin.










