Onki er latið upp til tilvildina, tá Clinton kemur til landið. Alt verður lagt til rættis niður í minstu smálutir: matur, bilar, gisting, gávur, ruta, myndatøka og fjølmiðlar. Vit hava prátað við Jan Mortensen, stjóra í Vinnuhúsinum, um tað praktiska í sambandi við vitjanina.
Stórur áhugi
Áhugin fyri at fáa atgongumerki til tiltakið í Norðurlandahúsinum hevur verið so stórur, at Arbeiðsgevarafealgið hevur avgjørt, at limirnir í felagnum kunnu keypa eitt til fimm atgongumerki í part. Harumframt verða nøkur fá fólk boðin við, eitt nú løgmaður og løgtingsformaður, umframt at landsstýrismenn, aðalstjórar og floksformenn hava fingið í boði at keypa atgongumerki fyri 5000 krónur.
Spurdur, hvørjar afturmeldingar tey hava fingið frá fólki, tá tey kunngjørdu vitjanina, sigur Jan Mortensen, at nógv fólk hava ringt og sagt seg vilja gera okkurt til Clinton: grindaknív, partar til føroyska búnan og bundnatroyggjur. Og bilaeigarar og -sølur hava boðið bilar sínar fram.
- Men tað er sera avmarkað, hvørjar gávur hann tekur ímóti. Hann ferðast so nógv, at vit hava fingið boð um, at hann bara vil hava eitt lítið minni við sær heim um vitjanina, sigur Jan Mortensen.
Luksus og suitu
Í mun til, hvønn bil forsetin skal koyra í, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, at tað er ikki avgjørt enn, men at hann sjálvsagt verður væl koyrandi. Um tað verður ein av teimum báðum limousinunum, ið komnir eru til landið í seinastuni, sigur Jan Mortensen, at fyrst og fremst skulu tey hugsa um trygdina.
- Eg veit ikki, hvussu góðir sovorðnir bilar eru at manrera við, sigur hann.
Annars upplýsir Jan Mortensen, at Suitan á Hotel Føroyum er bíløgd til forsetan, í so fall, at tørvur verður á gisting. Hendan er eisini vald, við trygdini fyri eyga.
Fotosession
Ætlanin er, at undan fyrilestrinum verður ábit og fotosession í Norðurlandahúsinum, har fyriskiparar, samstarvsfelagar, løgmaður og løgtingsformaður sleppa at hitta Clinton. Eisini verður ein góður biti at fáa seinni, tá allir teir 500 luttakararnir koma. Enn er ikki avgjørt, hvat verður á matskránni ella hvør skal gera matin.
- Clinton kann ikki eta hvat sum helst. Hann er uppá ein serligan diæt, og okkurt er, sum hann ikki tolir. So vit skulu skriva til felagið, sum skipar ferðina, hvat er á matskránni, og síðani skulu tey góðkenna hana, sigur Jan Mortensen.
Sum kongavitjan
Hóast hvørki útvarp ella sjónvarp sleppa at varpa frá fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum, so fer vanligi føroyingurin kortini at kenna tað á sær, at eitt týðandi ferðalag er á vitjan í landinum.
- Tað verður helst sum tá kongalig vitjan er í landinum. Fólk kunnu standa eitt nú uttanfyri Norðurlandahúsið, og fáa eitt glimt av fyrrverandi amerikanska forsetanum, sigur Jan Mortensen. Eisini vísir hann á, at trygdarviðurskiftini gera, at forðingar kanska verða í ferðsluni. Harumframt vitja nógv útlendsk tíðindafólk helst eisini Føroyar. Til dømis ferðamannablaðfólk, ið skriva um Føroyar sum ferðamannaland.
Eksklusivur fyrilestur
Vinnuhúsið skipar sjálvt fyri, at upptøkur verða av allari vitjanini. Ongir miðlar sleppa at upptaka fyrilesturin, men skrivandi tíðindafólk sleppa inn, saman við myndafólki.
- Tað ólogiskt um fólk rinda 5000 krónur fyri ein eksklusivan fyrilestur, um tey kunnu síggja og hoyra hann í fjølmiðlunum seinni um kvøldið. Men fjølmiðlarnir kunnu helst gera upptøkur av øllum øðrum, í sambandi við vitjanina, eisini útlendsku miðlarnir, sum vitja, sigur Jan Mortensen. Tískil fer sjónvarpið heldur ikki at gera samrøðu við Clinton.
Í sambandi við, hvat Vinnuhúsið fer at vísa honum, sigur Jan, at ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni.
- Í stóran mun eru tað trygdarviðurskiftini sum avgera tað. Men Clinton er ein fríur maður, so um hann ger sjálvur av at fara ein túr, so er tað sjálvsagt upp til hann. Har kundu vit skotið okkurt upp, sum hann kann taka støðu til, greiðir Jan Mortensen frá.










