Í farnu vikum komu fólk fram á ein grindahval í Teilandi og tá ið tey varnaðust, at hann var rættiliga sjúkur og veikur, vórðu lívfrøðingar boðsendir, og teir royndu, hvat teir kundu at bjarga honum. Men har var einki at gera, hann viknaði alsamt og um vikuskiftið doyði hann, skrivar The Guardian.
Men tá ið lívfrøðingar kannaðu grindahvalin, loypti tað hvøkk á teir, tí í maganum hevði hann yvir 80 plastposar av ymsum slagi. Tilsamans vigaðu teir eini átta kilo. Og lívfrøðingarnir staðfesta, at við so nógvum plasti í sær, var ómøguligt hjá hvalinum at taka føði til sín, so hann doyði rætt og slatt í maktarloysi.
DR skrivar, at í eini nýggjari frágreiðing verður ávarað um, at tey næstu 30 árini fer nøgdin av plasti í heimshøvunum at trífaldast, taka vit ikki betri partar fyri okkum.
Tilsamans verða heimshøvini dálkað við átta milliónir tonsum av plasti, og tað er til stórans kaða fyri bæði djóralív, fiskivinnu og ferðavinnu.