Føroya Náttúrugripasavn hevur nú fylgt grindahvalunum, ið merktir vóru í Sandavági í august, í góðar eitthundrað dagar. Av teimum sjey merktu hvalunum senda tríggir framvegis sum teir eiga. Hetta er alt hannhvalir, 440, 450 og 490 cm til longdar. Hini merkini steðgaðu at senda eftir ávíkavist 10, 14, 18 og 21 døgum. Óvist er hvat or-søkin er til tess.
Kanningin av hvussu teir sjey hvalirnir eru ættaðir vísir ongan skilskap út til og við 3. lið, men onkrir hvalir eru tó skildir longri úti. Hvalirnir hava hesar hundrað dagarnar ferðast okkurt um 7000 km. Sum sæst á myndini niðanfyri hava teir mestu tíðina verið í ein landnyrðing úr Føroyar, og á djúpum vatni. Tó, seinastu tíðina hava teir ferðast suðuryvir og hava ligið eystan fyri Føroyar, einar hálvt annað hundrað fjórðingar úr landi.
Kunning um hvalirnar sæst á www.ngs.fo. Um fólk sær merktan hval, frættir Náttúrugripasavnið fegið nærri. Telefon: 35 23 20.