Grindafestivalurin ger dreingir til menn

Søgurnar um føroyska grindadrápið hava veruliga tikið dik á seg. Seinasta dømi er úr Ukraina, har ein journalistur spyr føroyingar á Facebook um ein Grindafestival. Ikki er gott at vita, hvar hendan kvinnan fær sína søgu, men hon hevur skrivað til føroyingar á Facebook, og sett hesar spurningar:

Hvussu gamal vart tú, tá ið tú luttók í Grindafestivalinum ? Hvat hendir, um ein ikki megnar at fanga ein hval ? Hvat hendir við hvalunum eftir festivalin ? Gera føroyingar nakað fyri at tryggja, at hesir hvalir ikki doyggja út ?

Millum annað hesar spurningar setir Ukrainski journalisturin, sum í næstum skal skriva eina grein um tann sokallaða Grindafestivalin í Føroyum, ið er ein ritual, sum ger dreingir til menn.

Kvinnan eitur Katia Mishchuk og sigur seg skriva fyri blaðið Kraina.