Grindadrápið bæði lokkar og styggir

Grindadrápið bæði lokkar og styggir ferðandi, sigur Guðrið Højgaard.

Guðrið Højgaard, stjóri í sigur, at visit Faroe Islands dagliga fáa teldupostar frá fólki, ið mótmæla grindadrápið, og regluliga boða fólk frá, at tey ætlaðu at vitja Føroyar, men settust aftur, orsaka av grindadrápinum.

 

-Tað er ringt at siga (hvussu nógv), tí vit vita ikki hvussu nógv fólk bakka úr, sum veruliga ætlaðu at koma til Føroyar. Hinvegin er grindadrápið við til at seta Føroyar á kortið, sigur Guðrið Højgaard, sum sigur, at fólk hava sett seg í samband við tey og sagt frá áhuga at koma til Føroyar, eftir at hava sæð sendingar um føroyska grindadrápið, eitt nú Whale Wars.

 

- Tey siga, at tey hava fingið eyguni upp fyri Føroyum og halda. at Paul Watson er ein idiot, og at tey hava sæð, at Føroyar er eitt vakurt land, og at tey tí vilja koma at vitja okkum, sigur Guðrið Højgaard.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Guðrið Højgaard.