Grindadráp í russiskum sjónvarpi

Sendingin vísir, hvussu føroyingar drepa grind - og hví

Stóra, ensktmælta russiska sjónvarpsstøðin RT hevur verið í Føroyum og nú vísta tey eina sending, tey hava gjørt um grindadráp.

Sendingin er á enskum og kallast Red Waters.

 

Í uppleggininum til sendingina verður víst á, at hóast tað er merkisvert, hvussu lítil kriminalitetur er í Føroyum, verða føroyingar ofta kallaðir tey seinastu barbararnir í Evropa.

 

Myndir av grindadrápið hava skelkað nógv fólk kring heimin.

Men tað ávirkar ikki føroyingar so nógv. Nýggir drápshættir verða mentir alla tíðina og føroyingar tvíhalda um, at tað er eingin munur á at drepa hval og at drepa onnur dýr.

 

Sendingin byrjar um eina løtu og sum skilst stroyma tey á internetinum. Gongdst sum ætlað, sæst sendingin við at trýsta HER