Grindadráp: Nú verður skorið upp

Í gjárkvøldið var grindin hildin til og dripin í Bø og í morgun komu seðlarnir út.

 

 

Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø sigur, at drápið gekk væl og skjótt. Allir hvalirnir lótu lív og fólk á staðnum lótu væl at drápinum.

 

 

Seðlarnir komu út tíðliga í morgun og longu nú er komið í helvt við at skera upp. Tað eru 500 og nakrir partar, og tá ið avtornaði vóru 83 hvalir.

 

 

Gutte Guttesen sigur, at tá ið tað er fyrsta grindin og hon ikki er av tí størsta, so verður ofta bara býtt í bátspartar, og soleiðis verður eisini í dag.