Stutt fyri klokkan 19.00 í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein grind varð sædd sunnanfyri Mykines. Løgreglan boðaði síðani grindaformonnunum frá, og eftir at hava rikið grindina fleiri tímar, og ligið stillir undir Mykinesi, er grindin og bátarnir nú komnir til Bíggjar.
Hendan myndin er tikið fyri lítlari løtu síðani, og sum skilst er fitt av fólki komið saman, til reiðar at taka ímóti grindini.
Grindaformaðurin í Bø, Gutti Guttesen sigur, at tað er ein lítil grind - áleið 50 hvalir og at nakað um 15 bátar hava rikið grindina til Bíggjar.