Tað varð boðað frá grind gjáramorgunin klokkan hálvgum átta.
Grindin varð sætt eystan fyri Viðareiði út fyri Boðarnar. Grindamenn fóru at til grindina, sum tó vísti seg at vera springarar, sum vóru á veg eystur ímóti Kirkju.
Gjørt var ikki meira við tað.
Stutt fyri klokkan 11 var ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring á Strandavegnum á Strondum. Hann varð steðgaður, handtikin, skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og blóðroynd tikin.