Grindaboð í Nólsoyarfirði

Bátar eru á veg út til grindina.

- Eg kann so mikið, at tað er ein grind funnin í Nólsoyarfirði, og at bátar eru hjá henni.


Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini, tá vit ringdu til hana fyri løtu síðani.


Ein onnur grind varð fyri nøkrum tímum síðani dripin í Bø. Hon var okkurt um 150 hval.