Grindaboð í Leynum

Bátur er á veg út til grindina

Fyri einari lítlari løtu síðan varð boðað frá grind út fyri Leynum. Hvussu nógvar hval talan er um, er enn ikki greitt.

 

– Eg veit ikki so nógv enn, eg havi bara fingið at vita, at tað er grindaboð. Ein grindaformaður er farin út við báti, men eg havi einki hoyrt aftur, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, nú vit spyrja hann, hvussu er vorðið við grindini.

 

Tað er ikki heilt avgjørt, hvar grindin verður hildin til, um tað kemur so langt. Men sýslumaðurin roknar við, at teir fara at reka hana inn á Leynar.

 

Vit frætta meira um eina løtu...