Grindaboð í Vágum í morgun

Havið kókaði í grind, verður sagt har vesturi frá

Tíðliga í morgun varð boðað frá grind nakað vestur úr Trælanípuni í Vágum.

 

Løgreglan sigur, at onkrir bátar vóru hjá henni, men grindin var ring at fáast við, og tað seinasta, løgreglan visti, var, at grindin var kavað, og at teir høvdu mist hana burtur.

 

Annars skrivar jn.fo frá báti, sum var hjá grindini, at havið kókaði í grind, men annars rekur soleiðis, at tað er ivingarsamt, hvussu tað fer at hilnast at reka eina grind ímóti landi, í hvussu so er teir fyrstu tímarnar.