Stutt úr landi sást hesin einsamalli hvalurin, og menn gjørdu ikki mætari enn at leggja frá landi og fáa hann uppá land.
Hetta eydnaðist teimum seinnapartin, tá menn eisini sóust skera hann upp á havnarlagnum á Oyrarbakka.
Hvalurin varð mátaður eftir gomlum siði, og eftir hesum máti varð hann mettur til trý skinn.
Hann varð býttur millum teir báðar grindamenninar!