Grindaboð! Grindaboð! ? men grindin skal hvørki rekast ella drepast!!!

Á fundi hjá Grindamannafelagnum havi eg hoyrt tygum greiða frá, um ætlanina at seta sendarar á einar 6 hvalir í fyrstu grind, sum verður vestan fyri í summar. Grindin skal síðan rekast aftur til havs. Hetta verður gjørt fyri at kunna fylgja við, hvussu grindahvalirnir ferðast.

Orsøkin til henda fyrispurning er, at eg ikki haldi tað er komið nóg greitt fram millum manna, hvussu mannagongdin verður, eftir at sendararnir eru festir á hvalirnar, og teir aftur svimja á opnum havi og í firðum.

Spurningar mínir eru:

?Hvussu ofta verður rapporterað, hvar hvalir eru staddir, og verður tað gjørt alment, t.d. í útvarpið og bløðum?

?Verður tað álagt teimum, sum finna grind, fyrst at kanna, um viðkomandi grind kann rekast á eina hvalvág?

?Kann tað henda, at hvalirnir, sum hava fingið sendarar ásettar, fara hvør í sína æt og enda í 6 ymiskum bólkum?

?Hvussu leingi fer hendan kanning at vara?


Vit kunnu ímynda okkum, at grind verður funnin av landi ella frá báti, grindaboð verða givin yvir VHF ella telefon (eingin rópar »grindaboð« longur), og ein hópur av bátum fer á staðið, har grindin er. Hvussu skulu menn tá bera seg at, um teir fáa at vita, at júst hesin bólkur fekk sendarar festar í hornini, í fyrstu grindini vestanfyri.

Eg gangi út frá, at hetta hevur almennan áhuga, og fari eg at heita á tygum um at greiða nærri frá hesum ætlanum í bløðunum, so at allir føroyingar verða kunnaðir um støðuna, áðrenn grindaboðini koma ? grindaboð koma jú so brádliga.

Vinarliga,


Andras Joensen,

Klaksvíkes Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«