Klokkan stutt í 19.00 fekk vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fráboðan um grindaboð sunnan fyri Mykineshólm.
Síðani hevur løgreglan fingið upplýst, at áleið 100 hvalir eru, og nú liggja bátar hjá grindini og aðrir hava kós ímóti henni.
Sum skilst verður grindin rikin til Bíggjar.
In.fo fylgir málinum.