Fyrst í juli mánað 2018 er strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival á Siglufjørðinum í Íslandi. Ætlanin er at fara við trimum grindabátum úr Vági til strandamentanarstevnuna, sum var í Vági í 2016.
Hetta veit Suðurrás at siga.
Grindabátarnir við manning fara við Norrønu og møguliga fer sluppin Johanna TG 326 eisini til Íslands.
Seinasta freist er 10. januar 2018. Avmarkað pláss er til ferðina, skrivar Suðurrás millum annað.