Grindadráp eigur at halda uppat, men tað kann ikki steðgast við makt. Tað er niðurstøðan hjá heimskenda umhvørvisverndarmanninum, Pete Bethune, úr Ný Sælandi.
Serliga er hann tiltikin fyri at hava stoytt saman við einum hvalabáti úr Japan. Hann var eisini limur í Sea Shepherd, men rýmdi eftir beiska ósemju við Paul Watson og stovnaði sín egna umhvørvisverndarfelagsskap, Earthrace Conservation.
Við The Faroe Islands Podcast ger hann greitt, at viðhvørt heldur hann, at tað kann vera neyðugt at fara fram við makt, eins og hann gjørdi í Japan. Og fyri nøkrum árum síðani kom hann einsamallur til Føroya á kanningarferð við tí endamáli at koma aftur til Føroyar seinni við 100-150 fólkum at steðga grindadrápi, um neyðugt við makt.
Men á ferðini í Føroyum hálsaði hann um og ístaðin varð hann púra hugtikin av Føroyum, føroyingum og føroyskari mentan.
Hann staðfestir, at hann er framvegir hart ímóti at vit drepa grind, tí hann heldur ikki, at tað hoyrir nútíðini til.
Men hann ásannar, at grindadráp kann ikki steðgast vit makt. Føroyingar hava eina sterka kenslu av frælsi og tað dámar honum. Men hann heldur, at ein roynd at steðga grindadrápi við makt, fer bara at gera føroyingar enn treiskari við teirri avleiðing, at tað fer at taka óneyuga langa tíð at steðga grindadrápi.
Hann ásannar, at enn er stórur meiriluti í Føroyum fyri at drepa grind og at heldur at tað er ómøguligt at fáa føroyingar at halda uppat at drepa grind við makt. At løgtingið leggur uppí heldur hann eisini er lítið hugsandi, so leingi ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við grindadrápi.
- Tað eru ikki tvær meiningar um, at grindadráp er ómetaliga harðligt. Tann, sum sær myndir av grindadrápi kann skjótt koma til ta niðurstøðu, at føroyingar eru ómentaðir og ráir. Men tað eru teir ikki.
Og hann skilir væl, hví føroyingar drepa grind. Hann kann ikki koma í tankar um, nakað í øllum heiminum, sum er so sosialt og samansjóðandi fyri eina tjóð, sum grindadrápið er. Og so fæst eisini nógvur matur burtur úr og hann kemur væl við hjá fólki, sum ikki hava so nógv.
Pete Bethune heldur, at besti mátin at steðga grindadrápi er at føroyingar sjálvir ásanna, at tað má halda upp at.
Og tað kann bara gerast við áhaldandi kjaki og upplýsing so at føroyingar, sum frálíður, ásanna, at tað ber ikki til.
Hann staðfestir somuleiðis, at tað er ein veksandi minniluti í Føroyum sum tekur undir við at friða grindahvalin.
Pete Bethune heldur eisini, at tað kann fáa stóran týdning fyri hugburðin hjá føroyingum, at tað er staðfest, at grind er heilsuskaðilig. - Ein avgerð um at steðga grindadrápi kann bara koma frá føroyingum sjálvum. Tað eru føroyingar sjálvir, sum mugu seta sær spurningin um, tað er rætt at drepa grind.
Hann heldur, at sum frálíður kann heilsuvandin eisini fáa løgtingið at avmarka nýtsluna av grind, kanska við at seta kvotu á, sum síðani fer at minka so líðandi.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað er ørvitistos at tvinga føroyingar til at halda uppat at eta kjøt og fisk og verða vegetarar. - Hvat ólukkan skulu føroyingar so eta, spyr hann. Hann vísir á, at í Føroyum veksur at kalla einki uttan rabarbur og epli, og tað er ikki rætt at tvinga føroyingar at innflyta allan mat, heldur enn at gagnnýta tað, sum fæst úr náttúruni og verða so sjálvbjargin sum gjørligt.
Hoyr alla samrøðuna við Pete bethune við at trýsta HER |










