Kyksilvur og onnur eiturevni.
Einki er at ivast í, at kyksilvur, PCB eins og DDT eru skaðilig fyri okkum menniskju. Í tilráðingini frá Landslæknanum verður sagt, at grindin er verri dálkað nú, enn hon hevur verið - tí henda tilráðing. Men í frágreiðing frá US (Umhvørvisstovuni, HYPERLINK "http://www.us.fo" www.us.fo) stendur soleiðis tann 01.12.2008 (endurgeving): “Samanumtikið síggjast smáar ella ongar broytingar í innihaldinum av kyksilvuri og PCB í grindahvali, bert fyri DDT, har vit síggja minking í grindaspiki sum heild (sjálvt um innihaldið í vaksnu kvennhvalunum ikki er minkað). Kanningar av grindahvali standa á skránni eisini í komandi ári, og sum talgrundarlagið styrkist fara eisini neyvari og haldbetri tulkingar at kunna gerast. Vit vilja tó gera vart við, at úrslitini eru fyribilsúrslit, og at kanningarnar fara at verða almannakunngjørdar í einum størri samstarvi við altjóða granskarar, sum umfatar eina røð av kanningum av hvali, kópi, fiski, fugli og øðrum, men hetta verður ikki fyrr enn í 2009.” (endurgeving liðug).
Uppruni til kyksilvur.
Grundað á kanningarnar hjá PW hevur LL sum áður nevnt rópt varskó. Men tað, sum tykist vera illa undirbygt, er, at aðrar orsøkir til kyksilvur og annað eitur verða ikki nevndar. Eftir sending í Útvarpinum fyrr í vetur gjørdu fleiri fólk vart við, at tey ella børn teirra, ið høvdu verið við í sonevndu kyksilvurkanningini, høvdu ikki etið grind og spik, men kortini høvdu tey eins nógv kyksilvur sum tey, ið høvdu etið grind. Onnur gjørdu vart við, at eftir at tey høvdu fingið skift amalgamfyllingar í tonnunum út, fingu tey tað nógv betri. Onkur annar gjørdi vart við, at nøgdin av kyksilvuri í t. d. hemara er ikki økt síðan tíðarbilið millum báðar heimsbardagarnar. Vit vita eisini, at ávís nøgd av leysum kyksilvuri er og hevur verið í náttúruni í øldir. Tí er spurningurin: Eru aðrar orsøkir til, at fólk fáa kyksilvur og annað eitur í seg enn bara grindin? Hvussu reint er avfallið? Hvussu er vorðið við aðrari føði, sum vit keypa úr útlondum? Ella kanska okkurt heilt annað?
Sjúkur.
Nevnt verður, at kyksilvur, PCB og annað er sjúkuelvandi. Væl kann tað vera rætt, men her á landi er møguleikin fyri arvaeginleikum kanska størri, enn hann er aðrastaðni, tí vit eru øll meiri ella minni skyld við hvør annan. Tað eru aðrar arviligar sjúkur dømi um. Váðin fyri, at títtleikin á arviligum sjúkum økist her á landi, er kanska størri enn í øðrum londum. Er tað kannað?
Gagnligir eginleikar.
Fyrr hevur verið sagt, at matur úr sjónum, eisini grind/spik, hevur verið góður fyri mangt, m. a. æðrasjúkur, ið eisini verða skýrdar vælferðarsjúkur. Sleppa vit grindini, missa vit tann lekidómin ella ta fyrbyrgingina og verða kanska rikin til at eta annað, sum er ikki eins gott. Somuleiðis hevur verið sagt, at selen í spiki verjir móti tí skaða, sum kyksilvur kann gera. Spurningurin er eisini, hvussu ofta vit fáa grind og spik, tá ið vit hugsa um upphópaðu nøgdina av kyksilvuri og øðrum vandamiklum evnum í longdini.
Onnur føði.
Eingin ivi er um, at kanningin av grindahvali er bæði góð og hent, men um hon ger, at vit fara at eta aðra føði, sum er ikki kannað og kanska er skaðiligari enn grindin, er lítið vunnið. Tí hevði verið gott, um annar matur varð eins væl kannaður og grindin, tí tá hava vit nakað haldgott og álítandi at halda okkum til. So seint sum í desembur í fjør dró írska stjórnin alt svínakjøt innaftur av ótta fyri dioxini, ið sigst vera krabbameinselvandi!
Niðurstøða.
Við tí í huga, 1. at grindin er ikki verri dálkað nú, enn hon hevur verið sambært US, 2. at fólk, ið hava ikki etið grind og spik, bera eins stórar nøgdir av kyksilvuri og tey, ið hava etið grind og spik, og 3. at ikki hevur verið hugt eftir, um aðrar orsøkir kunnu vera til verandi støðu, ætli eg mær at halda meg til næstseinastu tilráðing, ið mælir til at eta grind og spik í avmarkaðum nøgdum. Ringt er at fáa hendur á hesari føði, og sostatt er avmarkað, hvussu nógv verður etið og harvið hópað upp í likaminum. Prógvini fyri, at grindin er einasta orsøk til frammanfyri nevndu dálking, mugu leggjast á borðið. Gjøgnumskygni er gandaorðið í okkara tíð. Um kanningarnar kunnu fáa heimsins ríki at avmarka dálkandi útlát, hava tær verið gagnligar fyri okkara eftirkomarar, um ikki annað, men enn er langt eftir á mál!
Áhugavert hevði verið at frætt meira frá fólki um henda spurningin. Sjálvandi skulu vit at lurta eftir serkunnleikanum, ið sigur, at kyksilvur, PCB, DDT og onnur eiturevni eru ikki at spæla við og kunnu skaða á ymiskan hátt! Í grindaspurninginum eigur ein og hvør at taka støðu eftir egnari sannføring.