Sunnudagin fer Regin W. Dalsgaard at vísa fram myndir í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Talan er um fotoframsýningina »2 minuttir«, ein myndarøð tikin í grindadrápi í 2010, tá ein grind legði beinini í Sandagerði í Havn.
Tað er listafelag Føroya, sum hevur fingið 27 ára gamla havnamannin til danska høvuðsstaðin, har hann sýnir fram til og við 24. juni. Regin, sum lesur á Institute of Photography í New York og hevur fingið heiðurslønina Merit Award 2010, er annars kendur sum íverksetari og kt-stjóri í Globi.
Myndarøðin »2 minuttir« var fyrstu ferð at síggja í Smiðjuni Lítluvík í Havn, har framsýningin varð væl vitjað.
Kelda: FO Invasion