Grind: Teldusníkar lupu á Portalin

Felagsskapurin Anonymous hevur gjørt seg inn á heimasíðuna Portal.fo, og sambært YouTube video eru fleiri álop á føroyskar heimasíður og servarar í væntu

Fríggjakvøldið og leygarmorgunin riggaði Portal.fo illa. Fólk, sum leitaðu sær inn á heimasíðuna, komu partar av tíðini á stongdar dyr, so at siga.

Orsøkin var sambært Portal.fo, at teldusníkar høvdu framt eitt álop á Portal.fo. Hetta var gjørt við einum sonevndum DDoS álopi, sum hevur til endamáls at leggja trýst á heimasíðuna, so at hon fer niður og ikki er tøk.

Portal.fo skrivar, at við hjálp frá kt-fyritøkuni Synack varð trupulleikin loystur, og Portalurin er nú betur brynjaður til álop.

Í einari video, sum er løgd út á YouTube, verður sagt at felagsskapurin Anonymous skipaði fyri álopinum, og at tað var eitt slag av hevnd fyri føroyska grindadrápið, ið hevur fingið nógva umrøðu kring heimin seinastu dagarnar.  Eisini verður sagt í hesi video, sum sæst omanfyri, at fleiri álop eru á veg.

Anonymous er eitt slag av altjóða felagsskapi, har akitvistar og teldusníkar fremja álop á heimasíður, teldutænastur og annað við einum politiskum endamáli. Felagsskapurin hevur framt fleiri tiltikin álop kring heimin. 

Tað er ikki váttað, at tað veruliga er hesin felagsskapur, ið stendur aftan fyri álopið á Portalin um vikuskiftið. Fleiri rógva fram undir, at talan er um ein einstakan teldusník, ið brúkar navnið hjá Anonymous av órøttum.

- Eg rokni við at hetta er ein bólkur fyri seg, sum bara brúkar sama heitið. Anonymous seta seg vanliga betri inn í mál, áðrenn teir leggja seg uppí, sigur Niklái Nysted, stjóri á Knassum, við Portalin.