Grind sæð við Oyragjógv

Grindaformaður og sýslumaður lata hana sleppa

Ein grind er sæð við Oyragjógv, men grindaformaðurin í Kvívík, Faber Isaksen, hevur avgjørt at lata hana sleppa.

 

Hann sigur, at so nógv grind hevur lagt beinini seinasta árið, at fólk í økinum hava nokk av tvøsti og spiki. Hann sær tískil onga orsøk at provokera Sea Shepherd, meðan tey eru í Føroyum, og letur tí grindina sleppa.

 

Les eisini Eg vil doyggja fyri hvalirnar

Sýslumaðurin í Vestmanna, Finnbogi Midjord, sigur, at sum støðan er nú, verður eingin grind dripin vestanfyri. Hann er samdur við Faber Isaksen í, at so nógv grind er dripin vestanfyri í fjør, at eingin tørvur er eftir meiri grind.

 

Les eisini Her er nýggja búmerkið hjá Sea Shepherd