Stutt fyri middag var stór hóvastákan á ískeiini í Havn, har skipið hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, liggur við kei.
Tveir manns, Karlon Winther og Kem Poulsen, høvdu stillað nøkur smá borð upp og borðreitt turra grind, spik, turran fisk, epli og nøkur súrepli afturvið eisini.
Ætlanin við hesi gerð var sambært Karlon Winther ikki at provokera manningina á Brigitte Bardot, men at prógva fyri teimum, at grindin verður gagnnýtt til fulnar, og ikki bert dripin til stuttleika og tveitt vekk, soleiðis sum Sea Shepherd felagsskapurin vil vera við.
Karlon Winther greiddi tó frá, at ta løtuna, teir høvdu staðið har, helt hann seg ikki hava sæð nakran av manningini á Brigitte Bardot smakkað sær av grindini ella spikinum, hóast teir nú høvdu høvið til tess.
- Ein dama fekk sær eitt súrepli, men eg havi ikki sæð nakran fingið sær av hinum, segði Karlon Winther.
Fleiri føroyingar vóru eisini komnir oman á keiina at forvitnast, hvat nú var á vási, og teimum gagnaðist hesin góðbitin bara væl.