Seinnapartin fyrradagin fann ein bátur eina grind nakað vestan fyri Kallin. Grindin varð rikin á Klaksvíkina, har hon varð hildin til um gott níggjutíðina .Hetta var ein lítil grind, ið taldi 48 hval. Drápið gekst væl; tað tók bara ein lítlan hálvan tíma, til grindin var deyð. Seðlarnir komu út klokkan 6 gjáramorgunin.
Á politistøðini siga teir, at menn møttu væl upp, og at teir sjáldan hava sæð so nógvan bát í einum grindadrápi á Klaksvíkini. Staðið, har grindin varð funnin, gjørdi eisini sítt til, at bátar komu úr øllum ættum.
Grindin varð býtt millum bátarnar og fólki á landi. Í drápinum vóru 98 bátar og 453 mans; teir fingu eitt hálvt skinn í part. Á landi vóru 190 mans, sum fingu fjórðings skinn í part.
Eingin grind legði beinini í Klaksvík í fjør, og menn vóru grammir eftir at fáa part.