Grind í Havn: Bíða eftir fólki á landi

Ein bátafylgi liggur uttan fyri Sandágerð í Havn við eini grind.

 

Bjarni Poulsen, grindaformaður, sigur, at nú bíða teir eftir, at alt verður klárt á landi, so fara teir at reka hana inn. Tað verður gjørt klárt nú. Millum annað er sløkkiliðið í Havn komið á staðið.

 

Hann veit ikki at siga hvussu stór hon er, men tað var Norðlýsið, sum fann hana og lá við henni uttanfyri molan. Fleiri bátar eru komnir til.