Grind óhóskandi sum mannaføði

So komu boðini, ið nógv hava væntað fóru at koma fyrr ella seinni.

Pál Weihe, lækni og granskari og Høgni Debes Joensen, landslækni, síggja seg nú noyddar at ávara um at eta grind

So komu boðini, ið nógv hava væntað fóru at koma fyrr ella seinni.

Pál Weihe, lækni og granskari og Høgni Debes Joensen, landslækni, síggja seg nú noyddar at ávara um at eta grind. Hon er somikið dálkað, at árinini av grind sum mannaføði nú kunna mátast í so stórum nøgdum, at tað er etiskt rætt at rópa varskó og mæla øllum fólki, ungum sum gomlum, mannfólkum sum konufólkum, frá yvirhøvur at eta grind.

Tað hevur uttan iva verið tung løta hjá hesum báðum, at seta orð á tað tíðindaskriv, ið kom í vikuni. Tað sæst eisini á orðaljóðinum. Grindin hevur ikki bara verið okkum góð til matna. Hon hevur stóran leiklut í øllum føroyska mentanarlívinum. Bókmentir, myndlistin, kvæðini osfr eru á tremur við søgum og hugleiðingum um okkara lítla hval.

Vænti tó ikki, at tað fer at enda so galið við identitetinum hjá føroyska manninum, sum tað gjørdi í Grønlandi, tá ið veiðisamfelagið knappliga hvarv.

Føroyski maðurin hevur nógv onnur bein at standa á. Vit eiga seyðin, útróður, fugl, haru, laksin osfr.

Harmiligt er, at hvalurin skuldi fáa hesa lagnu. Eg taki meira synd í honum, at hann skal liva í hesa dálkaðu hav-suppu. Vit skula nokk klára okkum.

Kanska er hetta eitt upplagt høvi at bróta upp úr nýggjum og finna aðrar úrdráttir í havinum, ið kunna ríka okkara matmentan.