Grind funnin við Svínoynna

Ein grind var í morgun funnin tríggjar fjórðingar úr Eysturhøvda á Svínoynni.

Løgreglan váttar, at sýslumaðurin í Norðoyggjum hevur boðað frá, at ein grind er funnin úr Eysturhøvda á Svínoynni.

 

Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, váttar, at bátar liggja hjá eini grind við Svínoyarvík. Fleiri bátar eru á veg, og ein roynd verður gjørd at reka grindina inn á Hvannasund.

 

Sýslumaðurin sigur, at grindin er lítil, men telur kortini omanfyri 50 hval.

 

Norðlýsið sigur eisini, at tað var glastrevjabáturin Birgir, ið fann grindina.