Tað verður tosað um at gangnýta tilfeingi í havinum.
Ætlanin er at fara undir stórhvalaveiðu.
Hetta er veruleikafjart og tokutos. Hava vit brúk fyri at veiða stórhval? Svarið er nei. Vit hava klárað okkum uttan í so nógv ár. Tað ger einki, um stórhvalirnir fáa frið. Tað er kanska ætlanin at útflyta stórhvalatvøst til Japan, men hví gera teirra skitna verk? Stórhvalaveiða hoyrir fortíðini til. Tað er í lagi, at grønlendingar og onnur upprunafólk veiða stórhval, tí tey hava brúk fyri tí. Náttúran skal bara gagnnýtast, tá tað er neyðugt. Fáa vit ikki nokk av pcb og kyksilvuri frá grindahvalum, tola vit meira? Spurningurin er, um vit eiga at halda áfram við at drepa grind. Kanska um nøkur ár fara grindamennir ristandi av kyksilvureitran oman á sandin, rópandi:
»Vit drepa grind, tí tað er okkara mentan!«
Grind er sera góður matur, eingin ivi um tað. Fyrr ella seinni mugu vit vera realistisk og gevast við at eta tvøst og spik. Tak ikki feil, eg eri ikki eitt býarmenniskja, ið ongantíð hevur verið við í grindadrápi.
Tað er vandamikið at roykja, og tað er vandamikið at eta grind.
Føroyar hava ongan umhvørvispolitikk. Løgi, tá eg hugsi um, at vit liva av havsins tilfeingi. Myndugleikarnir skuldu gingið á odda sum ein goð fyrimynd, men gevur tað ikki profitt, so tíma teir ikki at spæla við.
Eg trúgvi ikki, at føroysku heilsumyndugleikarnir hava nossir til at siga, at nú er grindin ov nógv dálkað til at vera egnað sum mannaføði. Tað hevði ført til rámaskríggj ella kríggj.
Tað er sjálvandi keðiligt, at sjógvurin er so illa dálkaður. Tey sum dálka eru ídnaðarlondini. Men líka sum her er tað galdandi har:
»Out of sight out of mind«
Tað hevði kanska ikki gjørt stóran mun, um myndugleikarnir høvdu havt ein aktivan umhvørvispolitikk, men tað hevði í hvussu so er ikki gjørt støðuna verri. Ikki fyrr enn nú byrja politikararnir at orða ein umhvørvispolitik, álvaratos er tað ikki naka seint?
Sjálvandi betri seint enn ongantíð.
Dálking spyr ikki um landamørk. Hav okkara sigst vera heimsins reinasta. Tað er í hvussu so er ikki okkum fyri at takka.
Um sami ídnaður var í Føroyum, sum arðastaðni var tað líka skitið ? ella skitnari, tí umhvørvið leggja tey flestu einki í.