Grind Facts - Grindamannafelagið við upplýsandi síðu

Stutt og greið kunning um grindadráp.

Endamálið við hesi síðuni er, at fáa ein greiðan boðskap út á lættan hátt. Við at nýta nógvan grafikk og ikki so nógvan tekst, vónar Grindafelagið, at tað verður lættari at spreiða boðskapin. Síðan er tilpassað teimum sosialu miðlunum, fyri at gera hana so lætta at deila víðari sum møguligt. Sambært Ólavi Sjúrðarberg, formanni í Grindamannafelagnum, er hetta tann fyrsta síðan í eini røð av líknandi síðum frá Grindamannafelagnum.

 

TRÝST HER fyri at vitja síðuna.

 

Við at trýsta á pílin niðast á síðuni, ber til einfalt at deila síðuna á sosialum miðlum so sum Facebook og Twitter.

 

Røddir hava verið frammi um, at føroyingar kanska eru ov illa upplýstir um grindadráp. Tó so, fleiri eru, ið arbeiða við tílíkum, so sum Løgmansskrivstovan, ið stendur aftanfyri heimasíðuna whaling.fo og søvn landsins hava eisini kunning um grindahvalin á savn.fo. Hesar síðurnar eru tó kanska í tyngra lagi, og tí hevur Grindamannafelagið tikið stig til at menna nakrar lættari síður, við góðari kunning um føroyska grindadrápið.