Grímur Sundstein á ting fyri Fólkaflokkin

Í morgun tók Grímur Sundstein stæti sum varamaður á tingi fyri Fólkaflokkin

Tað er fyri Bárð á Lakjuni, sum er í stuttum farloyvi.

 

Á løgtingsvalinum í 2022 gjørdist Grímur Sundstein nummar sjey á listanum við 290 atkvøðum, og harvið gjørdist hann fyrsta varamaður floksins á tingi.

 

Hetta er aðru ferð, at hann roynir seg í Løgtinginum - og aðru ferð, hann er við til viðgerðina av fíggjarlógini.

Grímur er 30 ára gamal og stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingið í 2022.