Grimdarregn í Norðuronglandi

Tað hevur regnað óvanliga illa í pørtum av Norðuronglandi. Í Croston og Darwen í Lancashire máttu fólk fara úr húsunum, og í Wigan máttu myndugleikarnir flota bát fyri at hjálpa fólki út. Tað var, sum rakti ein flóðalda bygdina Hebden Bridge, tá áin fór upp um áarbakkarnar, og myndugleikarnir máttu flyta fólkið úr 20 húsum í bygdini. Í býnum Todmorden var so nógv vatn, at fólk máttu flýggja upp á loftið.

Nógv fólk sótu føst í bilum, og bjargingarliðini og sløkkiliðini høvdu so nógv at gera, at til síðst máttu tey boða frá, at tey kundu bara hjálpa teimum, sum vóru í lívsvanda.

Teir bretsku veðurmenninir siga, at tað verður turt í morgin.