Grimdarregn í Danmark

Veðurmenninir siga frá nógvum regni á Sælandi og Bornholm seinnapartin. Veðurmenninir á DMI siga, at nógvastaðni á Sælandi verður avfallið millum 50 og 60 millimetrar seinnapartin og kanska uppaftur meiri í støðum.

Bornholm fær eisini nógv regn, men har verður eisini nógvur vindur. Orsøkin er eitt lágtrýst í Eystrasalti, so eitt skifti seinnapartin verður næstar stormur á Bornholm.

Illveðrið hevur herjað Týskland, og har hevur tað regnað óvanliga illa.