Dagfinn Olsen
Í samfull 22 ár hevur Hanna Johansen havt Grillvognin á Tvøroyri. Og líka so væl, sum bygdarfólkið telist millum gestirnar, so man Grillvognurin eisini hava komið væl við hjá mongum svongum og troyttum ferðandi.
Har hann liggur miðskeiðis omanfyri bryggjuøkið, er Grillvognurin uttan iva vorðin partur av býarmyndini á Tvøroyri og eisini eitt stað, har fólk savnast.
Tað eru 22 ár síðanu, at Hanna byrjaði virksemið í Grillvogninum, nevniliga tann 29. maj 1977. Og síðani tá hava mangar jóansøkur verið á Tvøroyri og mangur stevnugestur hevur notið ein bita í Grillvogninum.
Hanna Johansen sigur, at nógv fólk vitjar innar, tá stevna er. Men veðrið hevur nógv at siga. Er veðrið gott, og nógv fólk leitar sær út á gøturnar, so kann nógv fólk savnast í Grillvogninum, har mangur góður bitin er at fáa.