Tað er ikki einans tónleikur, sum hevur verið á skránni í Klaksvík í dag. Í góðveðrinum fyrr í dag hevði Erla Døgg Hammer skipað fyri einum grillparty fyri vinfólki, áðrenn Summarfestivalurin byrjaði.
- Hetta er ein fínur máti at byrja festivalin uppá, sigur Erla.
- Eg havi nú í nøkur ár havt grillparty á mínum føðingardegi, men í ár hugsaði eg, at tað kundi veri stuttligt at havt tað á Summarfestivalinum í staðin. At veðrið so skuldi verða so lekkurt, var bara deiligt.
Yvir 15 fólk vóru savnað til at grilla búffar hjá Erlu, áðrenn leiðin hjá teimum flestu gekk oman til festivalin at lurta eftir tónleiki.