- Leygarkvøldið fara vit at grilla á Ljósafløtti og Mørkini Miklu, og grillirnar verða tendraðar klokkan 18.
Tað sigur Sands kommuna, sum fer at bjóða ókeypis burgarar, pylsur og breyð.
- Ynskja fólk okkurt annað á grillina, eru tey vælkomin at hava okkurt við sær.
Men, tað verður ikki bara matur á Ljósafløtti og Mørkini Miklu í annaðkvøld. Har verður eisini sangur og tónleikur.
Tað verður eingin minni enn Sámal Ravnsfjall, sum fer at syngja og spæla við høvið, sum Sands kommuna hevur tikið stig til.
- Latið okkum nú møta fjølment at hugna okkum, nú summarið er komið, sigur kommunan.










