Væl hýrdu kokkarnir høvdu gjørt seg út standa við grillirnar til tann ljósa morgun og út í eitt, um tað skuldi verða. Í ár høvdu teir fingið sær eitt telt at hava festivalkøkin í, sum jú vísti seg at vera eitt sera skilagott hugskot. Tí alt bendi á, at teir komu at standa leingi. Longu seinnapartin fríggjadagin høvdu rættiliga nógvir av festivalgestunum latið seg lokkað av góða matroykinum. Og tað var heldur ikki hvat sum helst, tey fingu á tallerkin. Líktist mest hotellmati, og sambært kokkinum kallaðist høvuðsrætturin onki minni fínt enn: enskur búffur við eplabátum og hvítleyksauté við marineraðum gularótum og grønum bønum ... og eina deiliga, kalda sodavatn afturvið ...










