Eitt av størstu kampingplássunum í Føroyum - Eiði kamping - hevði grísa-og grillveitslu um viluskiftið, og umleið 60 vognar høvdu teknað seg.
Fríggjakvøldið var rokan við fyrireiking at seta vognar og tjøld upp, men leygardagurin byrjaði við brennandi sól, og góða veðrið helt sær líka til seint sunnudagin.
Leygardagur byrjaði við at brúka sjey tímar at grilla tveir heilar grísar, sum vórðu borðrreiddir við tilhoyri. Tey nógvu børnini, sum vóru við, vórðu ikki gloymd, tí her var eisini franskur hot-dog.
Seinni leygarkvøldið spældi Holgar Jacobsen á Loftinum, og eftir hetta var felagssangur undir opnum himni í góðveðrinum, Ingi Hansen og Jens jákup Hansen spældu undir.