Grilla á sandinum í Haldarsvík

At grilla á sandinum í Haldarsvík er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár verður leygardagin komandi.

Aftur í ár verður grillað á sandinum í Haldarsvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak sum hevur fleiri ár á baki.

 

Sunda kommuna, sum Haldarsvík er partur av, veit at siga, at tiltakið plagar at savna nógv fólk.

 

- Byrjað verður leygardagin 2. august klokkan 18. Sambært Álmanakkanum verður full fjørða klokkan 20, og tá er sandurin størstur. 

 

Sunda kommuna vísir á, at tey, sum ætla sær við til tiltakið í Haldarsvík leygardagin, taka grill og grillvørur við sjálvi.